Grønmetisátarasangurin

Thorbjørn Egner
Orð og lag: Thorbjørn Egner
Týtt: Eyðun Johannesen

1. Hann, sum etur fleskafeitt
og stórar kotelettir,
hann er eitt býtt og dovið eitt,
og darlar altíð eftir.

2. Men –
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtir,
hagaber og krákuber
og hvíttkál og persillu.
Hann fær so passaligt í búkin,
strálar sum ein sól um grúkin,
lættur uppá sporið,
at tú vildi tað forsvorið.

3. Teir, sum slúka alt í senn
og eta sínar vinir,
teir fáa allir ringar tenn
og verða altíð linir.

4. Men –
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtir,
hagaber og krákuber
og hvíttkál og persillu.
Hann er ókey, fær øll at grína,
aldri vil hann vinir pína,
og fær góðar tenn at skína,
sum hjá krokodillu.

FavoriteLoadingGoym tekstin