Grótharðir Vestmenningar

Orð og lag: Finnur Koba

Norðanfyri Válin – eitt serligt fólkaslag
so leikandi lætt eitt lyndi hevur tað
fitt sum eitt smálamb og tolið sum eitt træ
til hondbóltsdyst trúfast avstað

Sum Fossá mussaskøðið ein turran summardag
vit lata armar og beinini heldur siga tað:

Vit eru grótharðir vestmenningar
at vinna dyst er okkar’ felags mið
Vit eru grótharðir vestmenningar
og VÍF er okkar’ blá gula lið

Skjótari enn haran; tað er ikki at standa fyr’
vit fáa bert frið í fimta gear
eitt álop uttan náði, og verjan er massiv.
Síðsti skansin hevur stongt sínar dyr

vit berjast fyri lívinum – stig fyri stig.
Men gleppur eitt úr hondunum, so gerst ikki við.

Vit eru grótharðir vestmenningar….

Er fótbóltur á skránni, fer bygdin øll í svart
ein bóltur skal kastast, tað hava vit jú lært.
Í hjørtunum býr liðið, ið okkum er so kært
í høllini rópa vit hart.

tá dysturin er liðugur, fara vit raggandi avstað
við okkar’ seiðbundna vinnandi gongulag

Vit eru grótharðir vestmenningar…

FavoriteLoadingGoym tekstin