Grøvin sterka rivnað er

Johan Nordahl Brun
Orð: Johan Nordahl Brun
Lag: Johann Rudolph Ahle (Jesus góði, saman her)
Týtt: Hans Biskupsstøð

1.Grøvin sterka rivnað er,
Jesus reistur upp man vera,
blóðið hans, ið runnið er,
syndarar man fríar gera.
«Hin krossfesti», so er skrivað,
«er í grøv ei, hann man liva.»

2. Jesus stóran sigur vann,
fyri meg hann hevur vunnið,
nú eg Guði prísa kann,
tí eg havi Jesus funnið;
ei eg nú kann óttast vanda,
himmalin man opin standa.

FavoriteLoadingGoym tekstin