Gubbi og eg

Orð og lag: Anfinn Nielsen

Halló góða verð, nú hava tit meg her!
Eg eri komin fyri at vera.
Á tann sæla morgunstund, eg vá minst trettan pund.
So móðir mín mundi punkterað.

Eg doyptur bleiv i Hávn – eg skuldi jú hava eitt navn,
so tey kallaðu meg fyri Bjarna.
Men tá prestur gav mær navn, eg pissaði í gummusa favn,
so gubbi mín, hann mundi skrædnað.

Mín gumma bleiv so reyð, hon var í dýrastu neyð,
men gubbi vildi ei uppí seg blanda.
Hann stóð bert har og ló, og hon enn meira óð,
tá var hjúnaband teirra í vanda.

Í skúlanum eg gekk, men karakter eg fekk,
ið ei kundi brúkast til nakað.
So góvu teir beskeð: Ei tók eg saman meg,
skuldu teir úr skúlanum meg blaka.

Eg legði líka í, eg hevði ei tíð
at siga í skúla dagin langa.
Eg gleddi meg til heyst’, eg skuldi ganga til prest
og fjøllini við gubba skuldi ganga.

Við gubba á fjall, hann skuldi fylla sín hjall.
At fletta var stuttligt, men strevið.
Men hann bleiv ofta vekk, tað besta, ið hann fekk,
var at fáa sær ein upp í nevið.

Hilla di hey! Gubbi fletti ein seyð,
og lítli mín, eg slapp at røra.
Hilla di hey! Øði i Gummu fleyg,
tá Gubbi beginti at sløra.

So bleiv eg fjúrtan ár, á høkuna fekk eg hár.
Ja, nú skuldi eg konfirmerast.
Tey søgdu tað var dún, men hárini vóru brún,
nú kundi eg eisini barberast.

Men havið tað dró, eg nevan í borðið sló,
nú skuldi eg út við at veiða.
Tí faðir mín hevði ein bát, og eg hevði eitt apparat,
ið fiskinum frá kundi greiða.

So fór eg mín fyrsta túr, men lítið kom burturúr:
av sjóverki eg mundi forgingið.
Vit fingu tó fulla last, so heim við højen hast
at selja tað, ið vit høvdu fingið.

Ein bil eg keypti mær, eitt ordans megnarfar,
ja nú skuldi gentan hon finnast.
Eg koyrdi norð til Vík’, men har var eingin tík,
men onkustaðni mátti beginnast.

So – til Kolbeinargjógv, har fann eg eitt ordans tjógv,
hvørs kinnar vóru sum á eini blommu.
Og hjartað mítt sló – so vøkur og so fró,
hon minti meg um mína gomlu ommu.

Hilla di hey! Hon var so kinnareyð,
til altars eg hana vildi føra
Hilla di hey! Ein lúsingur hann fleyg,
um onkuntið eg hevði hug at sløðra.

Men hon bleiv kona mín, hon er mítt egna skrín.
Eg haldi, eg skal bara vera glaður,
at hana eg fann og hjarta hennar’ vann,
eg eri bert ein miðalljótur maður.

So fingu vit ein son, hann var sum ein tyfon:
stórur og sterkur og prúður.
Hann var sum dreingir flest, tað ið honum dámdi best,
var at súgva upp á mammusa júgur.

Vit doyptu sonin John, hann hevði bert eina tonn,
ei var hann tann mest eleganti.
Tey søgdu, hann líktist mær, men Gud viti hvar,
oyrini vóru sum á elefanti.

Og so kom nummar tvey, vit steðgaðu við sjey,
tú nú er nóg nógv produserað.
Tað fyrsta giftast skal, so biðja vit farvæl.
Nú endin á vísuni má vera.

/:Hilla di hey! Á, sum tíðin fleyg!
Nú kalli eg hana fyri tvøra.
Hilla di hey, á, denn svára neyð,
eg sleppi ei longur at røra.:/

FavoriteLoadingGoym tekstin