Guð algóði, signa nú

Guð algóði, signa nú
barnið, vit her bera
fram til tín við bøn, at tú
faðir vilt tí vera.
Lívga blítt tað við tín favn.
Lat í lívsins bók eitt navn
nýtt nú verða skrivað.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin