Gud, altvaldandi ert tú

Lag: Almagts Gud
Týtt: Alfred Petersen

1. Gud, altvaldandi ert tú,
navn títt lovað hátt skal vera,
lovsong tær til æru nú
millum einglar vit frambera,
:,: boygd á knø av anda stýrd
fyri tínum konungs dýrd. :,:

2. Offurlamb á krossins træ,
deyðadømdur, skuldafríur,
sigur gav oss páskadag.
Við tí valdi Gud oss býður:
:,: Helviti og deyðans makt
er nú undir Kristus lagt. :,:

3. Ríkið títt lat allan stað
ganga fram við frið í fylgju
nú og til hin evsta dag
yvir lond og havsins bylgju,
:,: og øll knø til sálar gagn
boyggja seg í Jesu navn. :,:

4. Anda Guds vit takka her,
Gud vár faðir heiður bera,
Jesu navnið lovað ver,
sum vár bróðir vildi verða,
:,: sýn oss kærleik’ alla tíð,
til her endað er várt stríð. :,: