Gud, eg eri tín

Orð og lag: Russell Fragar
Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

Gud, eg eri tín,
tú, sum elskar meg,
mítt lív eg beri bert til tín.
Tú ert gleði mín,
mín dýrgripur, mítt lív,
í ævir mín fyrsti kærleiki.

Heim til tín –
nær til títt hjarta leið meg,
har eg vera vil.
Náði tín
reinsar mítt lív gjøgnum blóð
hvítari enn snjó.

Tak mítt lív,
tak meg í ævir til tín,
gev mær hjarta títt.
Kærleikin
rekur burt stúran og frykt,
tú gevur frið.

:,: Jesus, tú, sum elskar meg,
Jesus, tú, sum elskar meg. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin