Gud, eg seti navn títt høgt

Øssur Berghamar
Orð og lag: Rick Founds
Týtt: Øssur Berghamar

1. Gud, eg seti navn títt høgt,
vil tær fegin lovsong bera;
tí tú komst inn í mítt lív,
frelsari mín vildi vera.

2. Av Himli komst tú á fold
at vísa veg,
mína skuld á ein kross
tú tókst á teg.
Tú reis upp úr grøvini,
nú tú ert í dýrdini.
Gud, eg seti navn títt høgt.

FavoriteLoadingGoym tekstin