Gud elskaði ta falnu verð

Orð: Martha M.B. Stockton
Lag: William G. Fischer
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Wondrous love

1. Gud elskaði ta falnu verð,
í synd og misgerð deyð;
so dýrt hann henni frelsu vann
og frítt av náði beyð.

Niðurlag: Undurfulli kærleiki,
Guds kærleiki til mín!
Til deyð og dóm á Golgata
hann sendi Sonin sín.

2. Eg leit á hann og eigi tí,
tó mangt mær forða kann,
ígjøgnum sár hans sálarbót
og frið við trúgv á hann.

3. Til tín er kallið, gleð teg sál!
Tí Gud skal geva tær
so vissa vón um Himmalin,
sum vart tú longu har.

4. Um sigur yvir Satans mátt
hin frelsti syngja kann;
tó máttleys sjálv, vit sigur fá
ígjøgnum hann, sum vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin