Gud elskar bæði teg og meg

Orð: Sólfríð Maria í Rók og Lív Justinussen
Lag: Sólfríð Maria í Rók
Viðmerking: Yrktur á summarlegu í Nesvík í 2010.

1. Gud elskar bæði teg og meg,
hann elskar okkum so,
at hann okkum Jesus gav
sín einasta son.
Alt tað vit gera skeivt,
Jesus tók á seg.
Hann ynskir, at vit koma til hann
í himmalin
Gentur: í ævirnar.

Niðurlag:
Dreingir: Vit takka tær Gud
Gentur: fyri alt, tú hevur gjørt.
Dreingir: Lovprísa tær
Gentur: fyri alt, tú hevur gjørt.
Øll: Vit eru øll nú saman her
og syngja sama lag
um Jesus, sum hjá okkum er.
Tí eru vit so glað!

FavoriteLoadingGoym tekstin