Guð elskar teg, hvør undurfult tað ljóðar

Orð og lag: Otis Skillings
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Guð elskar teg, hvør undurfult tað ljóðar,
Guð elskar teg, Hann ævigt lív tær bjóðar.
Er sum náttin myrk tín leið,
Hann er ljós títt, óttast ei,
Guð teg elskar, altíð Hann varðveitir!

2. Guð elskar teg, tú sum ert særdur, gloymdur,
Guð elskar teg, sjálvt tá tú verður royndur;
tykist alt tær vónleyst her,
svikin, einsamur tú er’,
Guð teg elskar, far til Hann við øllum!

3. Guð elskar teg, sum langt frá Honum gongur,
Guð elskar teg, Hann lív títt heilt umbroytir;
vend tær burt frá heimsins veg,
Hann vil fegin frelsa teg,
Guð teg elskar, tína synd Hann gloymir.

FavoriteLoadingGoym tekstin