Gud er kærleiks keldan blíða

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 25. august 2008.

Gud er kærleiks keldan blíða,
orð hans birti lív á fold,
vellir út um verøld víða
lívsins kelda til alt hold.
Góðska hans av øllum ber,
deyðadømt var alt í verð,
um Gud ikki son sín sendi,
sum frá deyða lívið vendi.

Góðska Guds er opinberað,
tokki hans til henda heim:
Sonur hans her vildi vera
frelsari hjá øllum teim,
sum í trúgv hann líta á,
ævigt lív tey skulu fá,
endurfødd í Halgum anda,
skírd av miskunn, frelst tey standa.

Ríkliga av síni náði
miskunn hans oss úthelt var
við Guds mikla frelsuráði,
tá Krist heimsins syndir bar.
Rættvísgjørd av náði bert
– alt í oss er einkisvert!
Tá um ævigt lív tað ræður,
er bert Kristus frelsarmaður.

FavoriteLoadingGoym tekstin