Gud er mín havn

Orð: Ókend/ur
Lag: Ludwig van Beethoven
Týtt úr svenskum: Árni av Reyni
Upprunaheiti: Gud är min hamn

1. Gud er mín havn, mítt skjól í neyð og vanda.
Stórt er hans navn, tað skal um ævir standa.
:,: Og jørð og himmal eru hans. :,:

2. Meg leiðir Gud ta tíð, á fold eg livi.
Alt mítt, hvønn lut, mær Harrin hevur givið.
:,: Tí jørð og himmal eru hans. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin