Guð er her, vil okkum signa

Orð og lag: James Block
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Guð er her, vil okkum signa,
geva okkum kraft og lív;
himmalin ber skýggj so tungar,
síðlaregn oss, Harri, send!

Niðurlag: Lat tað henda, Guð, vit biðja,
send oss náðistreymar Tú!
Síggj, vit bíða og vit biðja,
sýn oss Tína frelsu nú!

2. Guð er her, ja, greitt vit kenna,
her vit standa, halg er grund;
men vit leingjast eftir meira
av Tær, Guð, í hesi stund.

3. Guð er her! – Í trúgv vit hvíla,
hvør sín tørv nú her framber,
at Tú halgan eld mást tendra
í hvørt hjarta sum er her.

4. Harri, lat upp Himins slúsir,
Tú, sum longsul hjartans sær,
so at signing Tín má streyma,
eins og regn alt vætað fær!

FavoriteLoadingGoym tekstin