Gud er her – vil okkum signa

Orð og lag: James M. Black
Týtt: Líggjas á Váli

1. Gud er her – vil okkum signa,
ríkliga við síni Ond;
vatntung skýggj um loftið reka,
regn við signing er í nánd.

Niðurlag:
Send nú streymar, Gud, vit biðja,
regn við signingum frá tær.
Vit her bíða, vit her bíða,
lívga hjørtu nær og fjar.

2. Gud er her – vit kunnu kenna,
hann við signing nær nú er.
Okkum tørvar endurnýggjan
dag um dag á vári ferð.

3. Gud er her – so latum okkum
søkja hann í bøn við trúgv,
so at Andans kraft og náði
fær í hvørjum hjarta búgv.

4. Frelsari, í bøn vit koma,
meðan boygt várt hjarta er:
Har frá náðitrónu tíni
kom við signing niður her.

FavoriteLoadingGoym tekstin