Gud, eg eri tín, hoyrdi tína rødd

Orð: Fanny Crosby
Lag: William B. Bradbury
Týtt: Victor Danielsen

1. Gud, eg eri tín, hoyrdi tína rødd,
frið tú talaði til mín!
Áh, men lat meg stíga í størri trúgv,
meir og meiri nær til tín!

Niðurlag:
Drag meg nærri, nærri, Harri mín,
nær til krossin, sum teg bar!
Drag meg nærri, nærri, nærri, Harri mín,
til tín barm, sum brotin varð!

2. Halga tú meg heilt til at tæna tær
gjøgnum tína guddómskraft,
gev mær trúgv og mót, gev mær tol og vón,
meir, enn fyrr eg havi havt!

3. Hvørja gleði gav ei hvør stund hjá tær!
Áh, tann styrki, har eg fann,
tá eg boyggi knø og við teg, áh, Gud,
sum við vin mín tala kann!

4. Kærleiksdýpi eru, eg ei kann ná,
fyrr enn fjørður rógvin er.
Fylling, gleði er, sum eg ei kann fá,
fyrr enn rødd mín tagnar her.

FavoriteLoadingGoym tekstin