Guð faðir hann veri nú verndari tín

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Jóannes Patursson

Guð faðir hann veri nú verndari tín,
at verøldin ei fær tær grandað,
hvørt fet hann teg leiði við føðurarm sín
og goymi teg sær millum handa.

Guðs sonur hann veri nú frelsari tín,
hans skírnarnáð ei frá tær víki,
hann opni tær signaðan frelsarfavn sín,
og leiði teg inn í sítt ríki.

Guðs andi hann veri nú uggari tín,
í heimi tín vegleiðarstjarna;
hann hjálpi tær síðan í himinin inn,
har nýtur tú frelsu Guðs barna.

FavoriteLoadingGoym tekstin