Guð gav í heimin Sítt Ljós

Orð og lag: Arnold Börud
Týtt: Kajfinn Hammer

Guð gav í heimin Sítt Ljós,
gav tað til tín og til mín!
Ljósið var Himmalsins svar
til hvønn ein longsul eg bar.
Frelsu og frið til hvørt heim
einglarnir sungu við gleim,
sungu um Betlehems fjós:
Jesus er Heimsins Ljós!
:,:Eitt Ljós hjá bæði tær og mær.:,:

Lat Jesus verða títt Ljós,
lýsa í myrkri tær kós;
Hann gevur hvílu og frið,
um tú til Hann vendir við!
Einglanna orð galda enn,
tí syngja glað vit tey enn,
tey kunnu tendra eitt ljós,
sum finnur veg til hvørt fjós!
:,:Eitt ljós hjá bæði tær og mær.:,:

Einglanna orð galda enn,
tí syngja glað vit tey enn
inn í hvørt slott, hvørt eitt fjós:
Jesus er Heimsins Ljós!
:,:Eitt ljós hjá bæði tær og mær.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin