Gud, ger meg til eitt lítið ljós

Orð: Matthías Jochumsson
Lag: Jónas Tómasson
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Gud, ger meg til eitt lítið ljós
um lívsins stutta skeið;
sum hjálpir teim á rætta kós,
ið viltust burt av leið.

2. Gud, ger meg til eitt blomstur blítt,
sum brosar øllum mót,
sum tekur bæði kalt og lýtt
við tol á síni rót.

3. Gud, ger meg til eitt signað lag,
sum lívgar hug og sál,
sum birtir sól og summardag
og doyvir storm og bál.

4. Gud, ger meg til ein sterkan stav
at styðja veikar væl,
hjálp, at tað ljós, sum tú mær gav,
eg nýti, sum eg skal.

5. Gud, ger mær lyndi reint og ljóst
við halgum sálmalag
at bera troyst í stúrin bróst
og gera syrgin glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin