Guð, góði faðir, ver hjá teim

Orð: Anders Hovden
Týtt: Jákup Dahl

Guð, góði faðir, ver hjá teim,
sum saman vilja byggja heim,
tú sjálvur við mást byggja.
Gev heilsu, arbeiðshug og trúgv,
hvønn dag tú gisti teirra búgv,
tú ei av teim mást hyggja.

Har himmalstigin reistur er,
har lat tín ljósa einglaher
sum vernd um heimið standa!
Er húsið reist á fasta grund,
á Jesu orð, tá onga stund
tí nakað ilt skal granda.

FavoriteLoadingGoym tekstin