Guð havi lov, at leiðin ber heim hagar

Orð: Julius V.G. Lassen
Týtt: G. Bruun

Guð havi lov, at leiðin ber
heim hagar faðirhúsið er
og ikki dómsins vreiði,
har bróðirin úr himna høll
vil kalla tíl sín heilug øll
úr gravar hvíldarleiði.

Guð havi lov, at leiðin ber
heim hagar, Harrin vil sín her
til dýrd á himni stevna,
har skilnaður ei veldur sorg,
har eingin ilska týnir borg,
men hvørt skal annað fevna.

Guð havi lov, at leiðin ber
heim hagar, alsælt hjartað er
í himna høgu høllum,
har blíðan brosa brún og brá,
og barnið faðir sín skal sjá,
sum blíður unnar øllum.

Guð havi lov, at leiðin ber
heim hagar, sút og møðigerð
og syndir eru gloymdar,
har øll úr deyða eru loyst,
og neyðar sálir finna troyst
og verða sælar goymdar.

FavoriteLoadingGoym tekstin