Guð havi lov, tí Harrans orð

Orð: Grundtvig
Týtt: Mikkjal á Ryggi

Guð havi lov, tí Harrans orð
væl troystar tey, sum stríða!
Guð havi lov, í Jesu spor
vit smáu kunnu stíga!
Guð havi lov, hans halga ond
oss leiða vil í lívsins lond,
í himmiríki blíða.

FavoriteLoadingGoym tekstin