Gud hevur elskað heimin so

Orð: Lelia N. Morris
Lag: Mrs. C.H. Morris
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: God’s promise is true

1. Gud hevur elskað heimin so
og gav sín eina Son,
at hvør tann sál, sum trýr á hann,
lív ævigt eigur hon.

Niðurlag: Tað er satt, áh, ja, tað er satt,
Guds trúfasta lyfti er satt!
Tí eg havi trúð tí og roynt tað,
og eg veit, Guds lyfti er satt.

2. Eg bundin var av syndini,
og ræðslan helt mær fast,
men hetta lyfti náddi mær,
og hvør ein leinkja brast.

3. Eg visti, orðið hvør og ein
var meint við meg, júst meg;
eg trúði honum á hans orð,
og ævigt lív fekk eg.

4. Tøkk fyri lívið, tú mær gavst,
nú fyllir hjarta mítt;
eg syngja skal títt prís, inntil
eg síggi andlit títt.

FavoriteLoadingGoym tekstin