Gud hevur strikað tær út

Orð: Warren Zorn
Lag: Harry D. Clarke
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: God has blotted them out

1. Gud hevur strikað tær út,
og tað gleðir mína sál.
Gud hevur strikað tær út,
Esaias ber tað upp á mál
í kapitlinum
fýra og fjøruti.
Gud strikaði út,
vann sigur á sút
og frelsti meg!

2. Ei nýtist mær ivast meir,
Guds orð hevur vissu veitt,
Jóhannes triði kapittul
og sekstan ger tað jú greitt.
Skuldi eg ei tá
frøtt meg, tá eg sá,
Gud strikaði út,
vann sigur á sút
og frelsti meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin