Gud, hjálp mær liva nærri tær

Orð: William Cowper
Lag: Hugh Wilson
Týtt: Victor Danielsen

1. Gud, hjálp mær liva nærri tær,
sum barn títt ferðast her,
lat ljós títt ganga undan mær
ta leið, sum til tín ber!

2. Hvar er tann sæla, ið eg fann,
tá fyrst eg Jesus sá,
mín hugur til at søkja hann
og grunda orð hans á!

3. Áh, friður, ið tá fylti meg –
hvør søtt tó minnið er!
Nú sáran tómleik kenni eg,
ei verðin troyst mær ber.

4. Kom aftur, halgi troystari,
Guds søta friðarboð!
Eg hati synd, sum særdi teg
og rak teg frá mær so.

5. Hjálp mær, eg hvørjum avgudi,
hvørt navn hann bera vil,
kann stoyta úr tí hásæti,
sum tær bert hoyrir til!

6. So skal eg liva nærri tær,
sum barn títt ferðast her,
og ljós títt ganga undan mær
ta leið, sum til tín ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin