Guð hoyri teg, um rópar tú

Orð: J. Nordal Brun/Matthías Jochumsen
Týtt: Jákup Dahl

Guð hoyri teg, um rópar tú,
um biður tú sum barn í trú,
Guð hoyri teg.

Guð uggi teg, um sorg er nær,
og frið av himni gevi tær,
Guð uggi teg.

Guð verji teg í váðastund,
í tungum stríð á heimsins grund,
Guð verji teg.

Guð styði teg í hvørji treyt
á heimsins myrku, hálu breyt,
Guð styði teg.

Guð styrki teg at stríða her,
og frægan sigur sendi tær,
Guð styrki teg.

Guð frelsi teg úr treyt og trong,
so syngja kanst tú sigursong,
Guð frelsi teg.

Guð signi teg sum barnið sítt
tær geri sinnið bjart og blítt,
Guð signi teg.

Guð goymi teg í síni náð,
hans miskunn tær ei víki frá,
Guð goymi teg.

Guð halgi teg og lív títt svá,
at alt títt verk má eydnu fá,
Guð halgi teg.

Guð føri teg um fjall og fjørð,
tær signi heim og fosturjørð,
Guð føri teg.

Guð leiði teg um lívsins breyt,
hann leiði teg í ljósins skeyt,
Guð leiði teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin