Guð, kærleiks faðir, ver hjá mær

Guð, kærleiks faðir, ver hjá mær,
tú slepp mær ei av hond og eygum tær,
hond tín væl meg varði,
eygu tíni vaki,
eg ei villur fari,
einki ilt meg saki.
Harri, ver vár vernd.

2. Leið, sannleiks harri, Jesus, meg
í tínum sporum allan lívsins veg;
signa tú mær verkið,
meðan stundir líða,
undir tínum merki
altíð lat meg stríða.
Harri, ver vár vernd.

3. Guð, ljósins andi, míni sál
tín halgi vilji veri mið og mál;
bein tú mínar leiðir,
lýs tú mær á gøtu
gjøgnum dimmar heiðar
fram á fríða fløtu.
Harri, ver vár vernd.

4. Guð, friðar andi, gev mær frið,
í tyngsta stríði statt tú mær við lið,
tá í sjúkum sinni
daprir tankar berja,
tá mong syndaminni,
syndalystir herja.
Harri, ver vár vernd.

5. Guð, hirði besti, bjarga mær,
tí sálarbótin einans finst hjá tær;
kom í sálarvanda,
hjartans tunga móði,
kom tá mær til handa,
frelsarmaður góði.
Harri, ver vár vernd.

6. Guð, alvalds faðir, veit mær mátt;
tá dagur aftnar móti deyðans nátt,
lat meg ikki ræðast
náttarmyrkrið svarta,
fegin lat meg gleðast
til tín morgun bjarta.
Harri, ver vár vernd.

Jákup Dahl

FavoriteLoadingGoym tekstin