Gud kallar enn!

Orð: Gerhard Tersteegen
Lag: Edvin O. Excell, Wolfgang Amadeus Mozart
Týtt: Victor Danielsen

1. Gud kallar enn! Og skal tá tó
enn syndin tykjast tær so góð?
Skal svinna hvør ein náðistund
og sál tín sova deyðans blund?

2. Gud kallar enn! Statt upp í dag
og svara nú hans kalli ja!
Vilt tú hans kærleik spotta so
og kasta burt hans náðiboð?

3. Gud kallar enn! Hann bankar nú,
og hjartadyrnar steingir tú?
Hans Andi rørir nú við teg,
og tú fert fram tín gamla veg?

4. Gud kallar enn! Hans sterka hond
brátt loysa vil øll syndabond;
tú ivast – hann fer ei avstað,
men kallar, bíðar enn í dag.

5. Gud kallar enn! Tú orkar ei
at svara enn hans kalli nei?
Frá heiminum tú vendir brátt,
tí Harrans kall teg hevur nátt?

FavoriteLoadingGoym tekstin