Guð, mín Guð! hví fórt tú frá mær

Guð, mín Guð! hví fórt tú frá mær!
Neyðarstaddur Dávid bað.
Guð, mín Guð! tú ver nú hjá mær!
So hann rópti nátt og dag.

2. Guð, mín Guð! hví fórt tú frá mær!
Dávids son á krossi bað,
Guð, mín Guð! tú ver nú hjá mær!
Heimin frelsi eg í dag.

3. Guð, mín Guð! hví fórt tú frá mær!
Jesus rópti í mín stað,
Guð, mín faðir! ver nú hjá mær!
Systkin frelsi eg í dag.

4. Guð, mín Guð! far ikki frá mær!
Biði eg í Jesu stað,
Guð, mín faðir! ver tú hjá mær!
Jesus eigur meg í dag.

5. Jesus Kristus! far ei frá mær!
So eg biði nátt og dag.
Jesus, bróðir! ver tú hjá mær!
Leið meg heim mín síðsta dag!

Joen Poulsen

FavoriteLoadingGoym tekstin