Gud minnist meg

Orð: Charles F. Weigle
Lag: J. Danson Smith
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: God ever cares

1. Gud minnist meg
– ei bert á lívsins sumri,
tá leið er løtt og ljósur dagur er –
hann minnist meg, tá leiðin er í skugga,
tá hjartað mótleyst er og byrðar ber.

Niðurlag: Gud minnist meg, hann tíðin ei kann broyta,
ævigur er hans kærleiki til mín.
Gud minnist meg, um heimsins gleði kólnar,
hans kærleiki í ævir svitast ei.

2. Gud minnist meg
og veit, at lívið einsligt
og tungligt tykjast kann mær mangan dag.
Hjá honum sál mín finna kann eitt skýli
og eiga signað, friðfult hvíldarstað.

3. Gud minnist meg,
hann tíðin ei kann broyta,
at signa, hjálpa, elska er hans mál.
Hann er tann sami nú og allar ævir
– tað gevur trygd til hvørja nívda sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin