Gud myndaði meg, tá ið gitin eg var

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 8. september 2007, broyttur 27. november 2007.

Gud myndaði meg, tá ið gitin eg var,
tá eg tók við lívi, og móðir meg bar.*
Ta løtu, tá dagsljósið fyrsta eg sá,
tá tryggur á brósti hjá móður eg lá.

Tú tókst meg í favn, áðrenn eg visti av.
Í skírnini, Faðir, tú signing mær gav.
Tá Jesus mær segði, at Faðir hans vil,
at Guds ríki hoyra skal børnunum til.**

Tín ásjón mær fylgdi og eygleiddi meg,
tín eingil var hjá mær og vardi mín veg.
Tí tryggur eg leikti um tún og um ong,
til signandi móðir meg legði í song.

Tú vart mær við lið mína ungdómsins tíð,
í bergi og bakka og brattastu líð,
á sjógvi og landi, við streymhørðu strond
har vart tú tá við tíni verjandi hond.

Í manndómsins yrki tú var mær við lið,
so mangan tú veitti mær ugga og frið,
tá ivi og stúran mær lokaðu leið,
tá tókst tú meg at tær, tú svíkti meg ei.

Í ellini ert tú, o Jesus, hjá mær,
nú lívsmegin minkar, um hjartað enn slær.
Mín kærasti Jesus eg líti á tað,
at tú vilt meg leiða mín seinasta dag.

Tá tryggur eg fari ta torføru ferð
í fylgi við honum, sum vegurin er,
til heimlandið kæra, ið Gud okkum gav,
har horvin er deyðin, og sorgin er av.

FavoriteLoadingGoym tekstin