Gud nú kallar hin burtvilsta, kom og drála ei

Orð og lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Calling the prodigal

1. Gud nú kallar hin burtvilsta, kom og drála ei,
hoyr, áh, hoyr, hann kallar, kallar nú á teg!
Tó tú reikaði burtur og viltist langt av leið,
hoyr, hans kærleiksrødd kallar enn!

Niðurlag: Kallar nú á teg, áh, troytti, burtvilsti, kom!
Kallar nú á teg, áh, troytti, burtvilsti, kom!

2. Tolin, milt og so tráliga Jesus rópar: Kom!
Hoyr, áh, hoyr, hann kallar, kallar nú á teg!
Vend tó við, tí hvør løta gerst meira álvarsom,
hoyr, hans kærleiksrødd kallar enn!

3. Kom, tí sett er á borðið, og rúm er fyri tær,
hoyr, áh, hoyr, hann kallar, kallar nú á teg!
Áh, hvør angist, um tú hóast alt ov seinur varð,
hoyr, hans kærleiksrødd kallar enn!

FavoriteLoadingGoym tekstin