Gud sendi Son sín, Harran Jesus

Orð: Gloria Gaither og William J. Gaither
Lag: William J. Gaither
Týtt: Hallgrím Miðberg og Eyðun Jacobsen
Upprunaheiti: Because He lives

1. Gud sendi Son sín, Harran Jesus,
til okkara – við kærleikshond.
Hann gav sítt lív, teg og meg at frelsa
og vísti, at hann kundi loysa deyðans bond.

Niðurlag: Mín Jesus livir, og tí skal eg liva,
mín Jesus livir, tryggur eri eg.
Eg trúgvi, og eg veit, hann vil meg leiða,
mítt lív er vert at liva, tí hann elskar meg.

2. Nú skjótt ein dag eg eri heima
og síggja skal mín Frelsara.
Áh, hvør ein stund tá at møta honum
og takka fyri tað, hann leið á Golgata.

FavoriteLoadingGoym tekstin