Guð signi várt fólk, har tað siglir og rør

Orð: Bernt Støylen
Týtt: G. Bruun

Guð signi várt fólk, har tað siglir og rør
og bládýpið pløgir um stórhav og fjørð;
teir dreingir hann varði,
sum út hava farið
og strembast og balast, tá bylgjan er bráð.
Guð, ver tú í logn og í stormi teim hjá!

2. Teir berast á brúsandi bylgju um høv,
har bert er ein fjøl millum teirra og grøv;
í váða og vanda,
har langt er til landa,
so lítið teir hava at troysta upp á.
O, Guð! vilt í náði til teirra tú sjá!

3. Tá bárurnar bróta um boðar og sker,
og brimaldan bátin á flesjarnar ber,
Guð, storminum vendi
og bjarging teim sendi
og stýr millum flúrarnar heim teirra stavn’,
so frelstir teir finna at støð og í havn.

4. Men líður at kvøldi, og nátt kemur á,
og øsing er víða í sjónum at sjá,
Guð faðir, tú vaki,
í hond tína taki
tú okkara synir, til sólarris er,
og far teirra framá í ljósinum fer.

5. Guð, bjarga tú fólki um firðir og høv,
har mangir av okkara funnu sær grøv;
til havs hevur farið
so fagur ein skari,
hann hvílist har úti, men vaknar ein dag
og syngur frá sjónum hitt himmalska lag.

6. Guð, gev okkum øllum tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,
tá hirðin sítt fylgi
úr mold og úr bylgju
skal savna, har sorgin um ævir er av,
tí deyður er deyðin, og horvið er hav.

FavoriteLoadingGoym tekstin