Gud, eg tær tøkk og prís vil veita

Orð: Victor Danielsen

1. Gud, eg tær tøkk og prís vil veita,
at tú mær gavst at kenna teg!
Eg eftir ljósi havi leitað
á lívsins tóma, turra veg;
men einki ljós mítt eyga sá,
fyrr enn tað, Gud, fekk teg at sjá!

2. Mítt arma, sorgarfulla hjarta
fann ongar vónir her á fold;
mín framtíð var jú grøvin svarta,
mítt heim hin kalda, myrka mold;
eg søkti gleði her og har,
men vónleyst, oyðið alt tó var.

3. Tá skygdi í tí myrkri svarta
eitt ljós, tað kom av Golgata;
eg sá hitt gjøgnumstungna hjarta,
sum legði á seg byrðina;
mín synd, mín ræðsla, sorg og neyð,
tað førdi hann í krossins deyð.

4. Hann legði á seg sjúku mína,
og mína straff hann tók á seg,
alt fell á hann, hvør synd, hvør pína,
at ei tað skuldi ráma meg;
av Gudi sligin har hann hekk
og inn í deyðans myrkur gekk.

5. Men upp hann reis – áh, stóra gleði!
Her fekst tú frið, mín arma sál,
her víkti náttin fyri degi,
her fann mín longsil endamál;
tí eg skal liva eins og hann,
í mín stað stríddi hann og vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin