Gud, til tín mín tøkk skal leita

Orð: Petur Jacob Sigvardsen

Gud, til tín mín tøkk skal leita
fyri einkarsonin tín,
sum mær frelsu vildi veita,
– einans tað er bjarging mín!
Synd mín var sum náttin svørt,
nú sum náðisólin bjørt
lýsir mær á nátt sum degi
heim til himmiríkis gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin