Guð, títt er valdið! Bert við tínum orðum

Guð, títt er valdið! Bert við tínum orðum
himmal og heim vár skapti tú í forðum,
baldrandi ódn og summarfleyrið blíða
boð tíni lýða.

2. Fyri Guðs fingri sprotnar berg og hagi,
jarðskorpan skrykkist saman sum eitt klæði,
blágrýti brestur, stoltur fjallatindur
smildrast í flindur.

3. Við tínum valdi jørðin gevur grøði,
yngist upp heimur, livandi fær føði;
litføgur blomstur, fuglasong á degi
gavst tú til gleði.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin