Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag (ørindini): Howard L. Brown
Niðurlag (tillagað): Victor Reid

1. Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg,
sendi hann til Golgata.
Skuldarfríur har hann sligin varð
fyri meg, ein syndara.

Niðurlag: Er tað satt, tú doyði fyri meg,
at til Golgata tú fórt:
Einki offur, eg kann ofra tær,
Harri Jesus, er ov stórt!

2. Ábraham var lýðin hinaferð,
sjálvt at ofra tær sín son.
Jesus lýðin gav upp sína sál,
knúst og deyðadømd varð hon.

3. Jesus, tú teg sjálvan ofraði,
gavst títt besta fyri meg.
Skuldi eg tá ikki givið nú
alt mítt besta fyri teg?

Niðurlag: Tað er satt, tú doyði fyri meg,
út á Golgata tú fórt!
Tí er einki, sum eg ofra kann,
Jesus, fyri teg ov stórt!

FavoriteLoadingGoym tekstin