Gud, tú kærleikskeldan er

Ira David Sankey
Orð: Robert F. Gordon
Lag: Ira David Sankey
Týtt: 
Árni Jacobsen
Upprunaheiti: God of love, and God of might

1. Gud, tú kærleikskeldan er,
tú, sum øllum uppi ber.
Saman vit av hjarta her
vilja prísa tær.

2. Vit í fjálgu morgunsól
og við stilla náttarból
altíð við tín náðistól
vilja prísa tær.

3. Her títt navn vit lyfta hátt
fyri kærleik tín og mátt,
at vit kunnu dag og nátt
trygt teg líta á.

4. Mangan kær tín troystarrødd
var, tá sálin nívd og mødd
og í táradali stødd.
Altíð vart tú nær!

FavoriteLoadingGoym tekstin