Guð, tú tín akur má signa og verja

Orð: M.B. Landstad
Týtt: Jákup Dahl

Guð, tú tín akur má signa og verja,
sáddur hann er við títt himmalska sáð;
lat ikki stormarnar oyða og herja,
nálirnar køva og bróta tey strá!
Sáa og væta, tað kunna vit eina,
lær okkum, Harri, at duga tað væl;
vøkstur og signing er títt verk aleina,
Harri, tín skaparhond virka tað skal!

2. Lat tað tá lukkast við vinnu og møði,
vís okkum beinasta vegin at gá!
Lat tað tá lukkast við gróðri og grøði,
signa alt kirkjufólk títt, stór og smá!
Búnast skal akurin av tínum ráði,
so vit við gleði hann heysta ein dag!
Harri, vár Guð, tú mást signa í náði
kirkju, tú setti her á hesum stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin