Gud, vár faðir, lov og prís

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur um kyndilsmessuleitið 1963

Gud, vár faðir, lov og prís,
sonur, Halgi Andi!
Leiðin liggur øllum vís
heim í sælulandið.

Lívsins vegur mjáur er,
mangt man fóti forða,
Jesus okkum heilsan ber,
tekur so til orða:

“Stríðast mega tit fullvæl,
trongt man portur vera,
mangur inn um royna skal,
úti noyðist vera”.

Øll vár stremban, alt várt stríð,
máttur vár og megi,
har er lítil bjarging í
á tí stóra degi.

Lít á Kristi sáttargerð,
– fylg í Jesu sporum,
hetta inn um portrið ber,
trúgv tú teimum orðum.

FavoriteLoadingGoym tekstin