Gud við tykkum inntil næstu ferð

1. Gud við tykkum inntil næstu ferð!
Gøtuna hann tykkum greiði
Og við lombum sínum leiði –
Gud við tykkum inntil næstu ferð!

Niðurlag: Inntil næstu ferð, til vit hittast,
Til hjá Jesusi vit boyggja knæ,
Inntil næstu ferð, til vit hittast –
Gud við tykkum inntil næstu ferð!

2. Gud við tykkum inntil næstu ferð!
Hann við veingjum tykkum goymi
Og í ongum tykkum gloymi –
Gud við tykkum inntil næstu ferð!

3. Gud við tykkum inntil næstu ferð!
Tá ið hóttir tykkum vandi,
Nær hjá tykkum tá hann standi –
Gud við tykkum inntil næstu ferð!

4. Gud við tykkum inntil næstu ferð!
Hann í deyða tykkum verji,
Einki ilt á tykkum herji –
Gud við tykkum inntil næstu ferð!

FavoriteLoadingGoym tekstin