Gudi at tæna signað er

Ludvig Mathias LindemanVictor Danielsen
Orð: Hans Utbø
Lag: Ludvig Mathias Lindeman
Týtt: Victor Danielsen

1. Gudi at tæna signað er,
dýrt fyri menn, fyri kvinnur;
sælur er hann, ið virkar her,
sálir frá deyðanum vinnur!
Einglar og heiløg verða glað,
lovsongur ljóðar um Guds stað,
tá ið ein syndari frelsist.

2. Manningin veik á akrinum –
hvør vil nú Faðir sín æra?
Hygg, móti myrkri ævigum
sálirnar blindaðar fara,
kenna ei Kristus, lívsins ljós,
vónleysar stýra sína kós,
sorast í briminum sundur!

3. Upp tí við hjarta, munni, hond,
elskið í gerð, ei í orðum!
Hjartað lat fyllast av tí Ond,
sum fall á vitnini forðum!
Skilligt tað er, so hvør kann sjá:
Neyðin er stór, her hjálpast má,
bróðurhond mugu vit rætta.

4. Silvurið, gullið Harrans er,
tú ert húshaldari bara;
nú kemur Gud og spyr teg her:
Hvussu nógv vilt tú meg æra?
Kanst tú av hjarta siga tá:
Gud tað, tú vilt, tað skalt tú fá!
Títt er tað alt, títt aleina!

5. Standið, Guds børn, øll saman tí
frelsunnar orð út at breiða!
Offur tað kosta má og stríð
sálir til lívið at leiða.
Harrin vil leggja signing til,
orðinum kraft hann geva vil,
lomb síni heim vil hann føra.

FavoriteLoadingGoym tekstin