Guds djúpa kærleiks náðihav

Orð og lag: Stuart Townend
Týtt: Charlotta á Váli Olsen
Upprunaheiti: How deep the Fathers love for us
Viðmerking: E-durur

Guds djúpa kærleiks náðihav
So stórt, eg ei kann týða
At Hann einborna Son Sín gav
Eitt syndavrak at fría.
Á, pína stór, Guds Sonur bar,
Tá Gud Sítt andlit vendi burt.
Hann eina dómin tók á seg,
Mær pláss í dýrd at vinna.

Hygg, Maður hongur krossi á,
Mín synd á herðum liggur.
Við fjøldini eg rópi tá:
“Krossfest!” – Hann á meg hyggur.
Tað var mín synd, Hann negldi har,
Mín dóm, mítt bann, ja, alt Hann bar
Sín síðsta andadrátt Hann dróg
Og rópti: “Alt er fullgjørt!”

Ei gávur, kraft, ei vídómur
Kann mína sál útfría,
bert Jesus, sum mín trúgv er fest,
Á deyða Hans’ og uppreisn.
Hví skuldi eg ei tikið mót?
– eitt svar eg ei kann geva! –
Við blóðið Hansara – eg veit –
Mín sál er ævigt bjargað