Guðs endurføddu, nýlivnaðu sálir

Orð: Hans Adolph Brorson
Týtt: Rólant Lenvig

Guðs endurføddu, nýlivnaðu sálir,
Harranum fagnið við sangi og hógv!
Harrans nýskapningar, sum fingu málið,
kunnu hans lovsang ei syngja nóg nógv;
latið tí okkum ta kapping nú vera,
hvør ið kann glaðast Guðs náði kunngera!
Halleluja, halleluja!

2. Óndir vit vóru og deyðir sum steinar,
kaldir sum marmari, harðir sum stál,
tað var tín fjallsterka styrki, sum eina
bjargaði okkum og náddi sítt mál,
læt okkum andan í orðinum bera
frelsarans rødd, sum kann livandi gera.
Halleluja, halleluja!

3. Tá ið vit minnast, hvat Guð okkum heitti,
tá ið hans merki á okkum varð rist,
tá hann oss lívið í Jesusi veitti,
skrýddi oss falnu til brúður hjá Krist’,
at okkum óndu hann elskar úr máti,
mugu vit blotna í kærleikans gráti.
Halleluja, halleluja!

4. Hvør vil nú Harrans útvaldu ákæra?
Guð okkum rættvís í Kristusi ger!
Her kennist signingar dýrdin hin skæra,
her er Guðs náði, til himmals tað ber;
trúgvin vann sigur á ræðslunnar veldi,
fekk undir krossi av lívsvónar keldu.
Halleluja, halleluja!

5. Aldri kom einglunum slíkt fyri oyra,
hvør nú so fróur Guðs hørpurnar sló;
tað var hjá teimum slík sæla at hoyra,
himnanna herlið tí svaraðu fró:
Amen, halleluja! Stríðið er vunnið,
hirðin sítt burtvilsta lamb hevur funnið!
Halleluja, halleluja!

6. Upp tí, tit trúgvandi, Harrans útvaldu,
lærið at kenna Guðs kærleikabarm!
Jesusar brøður og systrar, tit baldu,
fastari krøkist í faðirsins arm,
takkandi fallið tit honum til føtur,
tykkum hann valdi til synir og døtur!
Halleluja, halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin