Guðs friður ber av einglavakt

Orð: Grundtvig
Týtt: Salomon J. Joensen

1. Guðs friður ber av einglavakt
og hirðir ei um fjandans makt,
er mildur eins og eygu blíð
á degi og á náttartíð.

2. Tað friður er við lív og ond,
sum hjartað finnur í Guðs hond,
og um enn deyðin herjar á,
tað verjir seg við brosi tá.

3. Tað friður er, sum Harrin kær’
við angist-sveitta heimi bar,
oss læt í friðarorði, tá
hann fór til himmals foldum frá.

4. Tað friðarorð við dópsins bað,
har bangin sál gerst hjartans glað,
hvønn Harrans dag tað frið tær ber
og tryggan teg í ódnum ger.

5. Tú veitst tað væl, Guðs kirkjulið!
Tað eina bera kann tær frið,
at tær í munni og í lund
er trúarorð á hvørji stund.

6. Guðs sonur friðin við sær bar
bert hagar, trúgv at finna var,
bert trúnni, ikki vándu verð
Guðs náðarfriður falur er.

7. Guðs friður her og víða hvar
til trúar orð er Harrans svar,
við friði tann, sum eigur trúgv,
í Harrans dýrd skal festa búgv.

FavoriteLoadingGoym tekstin