Guðs góðu lyfti givin eru

Guðs góðu lyfti givin eru
Guðs børnum til at líta á;
Guðs børn tí áttu glað at verið
og boðað øllum fólkum frá,
at Guð enn halda vil sítt orð
og bjóðar okkum bestu kor.

2. Guðs góðu lyfti geva treysti
Guðs børnum her í lívsins stríð;
tey eiga altíð vón ta bestu,
sum líta á Guðs lyfti blíð.
Guðs orðið okkum skilar til,
Guð síni lyfti halda vil.

3. Guðs góðu lyfti eru borgin,
sum Guðs børn kunnu líta á;
um her í heimi tyngir sorgin,
so veit tó Guð í vanda ráð.
Guðs góðu lyfti standa fast,
um enn í sor hvør klettur brast.

4. So eiga vit tá kor tey bestu,
sum líta á Guðs lyfti góð;
oss sendir Harrin signing mestu,
tí syngja hátt vit takkarljóð
og prísa Guði alla tíð
for øll hans lyfti góð og blíð.

H.M. Jacobsen

FavoriteLoadingGoym tekstin