Guds handaverk so alsýnt er

Orð: Carlton C. Buck
Lag: John Willard Peterson
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: I believe in miracles

1. Guds handaverk so alsýnt er,
hans dýrd av øllum ber.
Mong skoða her í ærufrykt
tey undurverk, hann ger.

Niðurlag: Undurverk, tey henda enn
ígjøgnum Golgata,
har mong ein sál er endurloyst
úr bondum syndanna.
Ígjøgnum harða flagið upp
sær liljan trýsti veg.
Undurverk, tey henda enn
áh, Gud, við trúgv á teg!

2. Eg ivist ei um stórverk Guds,
sum vit her kunnu sjá.
Hans undurverk, tey leiða meg
heilt út á Golgata.

3. Guds kærleika og megi hans
eg skoði her um blítt.
Av náði henda undurverk,
sum fylla hjarta mítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin