Guds heilagi Andi vil minna øll á

Orð: Óli Reinert

1. Guds heilagi Andi vil minna øll á
at halda seg til Jesu kross;
tí keldan er har, sum kann syndarar tvá,
sum Jesus læt renna for oss.

2. Sum blóman vit følna og doyggja brátt her –
og slekt eftir slekt gekk tann veg;
men skulu enn vinir í mold leggja meg –
mín Jesus, eg líti á teg!

3. Tú menniskja, sum her er fallið í blund,
úr svøvninum vakna nú brátt,
ja, vakna, og játta nú syndir við skund,
lít eina á Jesusar mátt!

4. Sig, óttast tú ikki at sova nú meir?
Hvør kennir sín seinasta dag!
Tú møta skalt ævini longu – áh, hoyr –
áh, hevði tú hugsað um tað!

5. Ja, gleðiligt er, um tú kanst vera við,
tá Jesus sítt fólk tekur heim,
og vit skulu standa við hansara lið
til æviga gleði og gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin