Guds heilagu einglar, teir elska tey smáu

Orð: Ókend/ur
Lag: Elieser Poulsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds heilagu einglar, teir elska tey smáu
nógv meiri, enn nakar av okkum trýr;
teir vita, hvør elskað av honum tey eru,
sum uppi í Himlinum høga býr.

2. Guds heilagu einglar, teir fylgja teim smáu,
sum ganga sum lomb millum úlvar her;
og gott er at hava ta vaktina góðu,
tí fíggindar lúra á lívsins ferð.

3. Guds heilagu einglar, teir verja tey smáu
mót vanda, sum hóttir við hvørt eitt stig;
við vakjandi eygum á nátt og á degi
teir børnini goyma í tryggum frið.

4. Guds heilagu einglar, teir tæna teim smáu;
teir himmalsku høvdingar, teir sum sjá
Guds ásjón og standa hjá honum í Himli,
sum tænarar ganga teir børnum hjá.

5. Guds heilagu einglar, teir leiða tey smáu
ígjøgnum tær royndir, sum møta teim.
Teir bera tey væl gjøgnum stríðið á foldum
og føra tey síðan til Himmals heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin